Dysleksi í skúlanum
Í sambandi við skiftið frá fólkaskúla til miðnám ella yrkisnám, kunnu lesi- og skrivitrupulleikarnir viðhvørt kennast meira umfatandi. Tekstirnir í fakunum gerast nakað torførari og innihalda fleiri fakorð, enn áður. Krøvini eru vorðin hægri, og tí kunnu ymisk eyðkenni gerast týðiligari fyri tær. Hesi eyðkenni kunnu t.d. vera:
- Lægri lesiferð
- Óneyv lesing
- Møði
- Hugsavningartrupulleikar
- Trupult at orða seg í sambandi við skriving
- Trupult at lesa og læra nýggj orð
- Trupult at skilja faktekstir, serliga á fremmandamáli
Dømi um, hvussu dysleksi kann kennast
Á hesi videoini til høgru sæst, hvussu dysleksi kann vísa seg. Eisini vísir hon týðiliga, hvussu møðandi tað kann vera at lesa, um ein hevur dysleksi.
Set teg í samband við LST
Tú ert altíð vælkomin í Lesi- og skrivitænastuna (LST) við ivamálum og spurningum innan okkara øki. T.d. kunnu vit hjálpa tær at koma í gongd við at brúka lesi- og skrivitøkni, ella at hjálpa tær víðari við hesum. Hetta kann lætta um fylgjurnar av krøvunum í sambandi við skúlaarbeiði.
Góð ráð og kunning um lesi- og skrivitøkni, sum vit kunnu veita í LST, eru eisini hent frítíðini og í einum møguligum frítíðararbeiði.
