Onki úrslit

Lívtøknifrøði

Lívtøknifrøði (Biotøkni) er tøknilig nýtsla av lívfrøðiligum skipanum. Lívtøknifrøði hevur røtur í nýtslu av evnafrøðiligari og lívfrøðiligari gransking til at menna siðbundna framleiðslu og virking av matvørum, ið eru grundaðar á plantur, djór og mikroorganismur. Lívtøknifrøði kann geva sítt íkast til burðardygg og nýmennandi svar upp á samfelagsligar avbjóðingar. Samstundis setur lívtøknifrøði etiskar spurningar og bjóðar okkara fatan av okkum sjálvum og øðrum lívverum av.

Á Glasi er lívtøknifrøði A ein tvey ára gongd, sum byggir á evnafrøði C og Lívfrøði C. Lærugreinin sameinir og nýtir lívfrøðiliga og evnafrøðiliga vitan, háttaløg og arbeiðshættir og fevnir um vísindagreinar sum lívfrøði, evnafrøði, lívevnafrøði, mýlalívfrøði og lívtøknifrøði.

Undirvísingin er tematisk og tekur støði í lívtøknifrøðiligum spurdómum, ið hava týdning fyri dagligdagin og dagsins samfelag. Í undirvísingini verður í stóran mun lagt upp til, at næmingarnir sjálvir granska og kanna. Í lívtøknifrøði verður arbeitt nógv verkligt í starvsstovu. Somuleiðis verður vitjað á stovnum og virkjum.

Kunngerðin

her

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.