SKÚLAÁRIÐ 2025-2026

Vælkomin á Glasir
Góði komandi næmingur
Hjartaliga vælkomin á Glasir. Vit gleða okkum at taka ímóti tær. Tað er umráðandi fyri okkum, at tú kennir teg vælkomnan, tá tú trínur inn um gáttina á Glasi.
Skúlagongdin byrjar mikudagin 13. august 2025 kl. 08.10. Um tú gerst sjúk/sjúkur, og tí ikki møtir fyrsta skúladag, verður tú biðin um at siga okkum frá á post@glasir.fo.
Innleiðsla
Við skúlaársbyrjan skipa lærarar og lestrarvegleiðarar fyri innleiðslu fyri at gera tína skúlabyrjan so góða sum gjørligt. Innleiðslan eru viðkomandi og stuttlig tiltøk sum t.d. at læra skúlan og starvsfólk at kenna, seta seg inn í mannagongdir og skipanir á Glasi, útferð, ítróttardagur og samansjóðing.
Í juni mánaði verður skipað fyri kunningarkvøldi fyri nýggjar næmingar og avvarðandi. Lýst verður nærri um hetta á heimasíðu okkara.
Tann góði felagsskapurin
Á Glasi arbeiða vit fyri einum góðum felagsskapi, har øll verða vird, trívast, taka ábyrgd og hava somu møguleikar. Í tí góða felagsskapinum nørist trivnaður, sum er ein fortreyt fyri, at vit mennast og læra. Tí er hetta raðfest sera frammalaga. Hetta sæst í okkara skilhaldsreglum og í átakinum „Læring og trivnaður“. Á Glasi er tykkara flokkur ein av fleiri felagsskapum. Vit vóna, at tit, sum góðir floksfelagir, gera tykkara til at skapa góðan trivnað í flokkinum og tí skapa bestu fortreytir fyri einari góðari og læruríkari tíð á tykkara lívsleið her á Glasi.
Niðanfyri er viðkomandi kunning fyri tykkum, sum skulu byrja á Glasi.
Vegleiðing til, hvussu tú søkir studning við Vanganum ella Mínboks, eru á heimasíðuni hjá Studna, sí nærri kunning her.
Vit heita á teg um at stovna Vangan ella Mínboks áðrenn fyrsta skúladag, soleiðis at umsóknirnar um studning kunnu avgreiðast beinanvegin eftir innleiðsluskeiðið. Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðing skúlans, um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi.
Um tú, í umsóknini, hevur valt møguleikan at søkja um innivist á Skúlaheiminum er neyðugt at senda umsóknarblað til Skúlaheimið. Leinki til umsóknarblað her
Sum komandi næmingur á Glasi bjóða vit tær møguleika at taka fyrireikingarskeið í støddfrøði. Skeiðið er til tín, sum kennir, at støddfrøði er ein ov stór avbjóðing og heldur, at grundarlagið hjá tær kundi verið styrkt. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við og at frálæran er í samsvari við støðið hjá tí einstaka. Tú fært grundleggjandi innleiðslu í støddfrøði og verður latin væl í til skúlaársbyrjan á miðnámi. Nærri kunning um kostnaðin og skeiðið, sum Skeiðsdepilin skipar fyri, fæst her.
Í sambandi við frálærutilfar, rinda næmingar eitt árligt gjald. Leinki til næmingagjald
Teldan er eitt sjálvsagt og neyðugt amboð í skúlaarbeiðinum, bæði hjá lærarum og næmingum, uttan mun til hvør útbúgvingin er. Næmingarnir fáa nærri kunning um forrit o.a. við skúlaársbyrjan.
Allir næmingar fáa eitt innleiðslurit tann fyrsta skúladagin. Í innleiðsluritinum er kunning um ymiskt, sum viðvíkur skúlanum og skúlagongdini.
Vit ynskja tær góða eydnu við útbúgvingini og vóna, at tú fært eina góða og læruríka tíð í skúlanum.

Mynd frá ítróttardegnum 2024.