10. Rætturin til kunning, innlit, rætting og striking sambært Dátuverndarlógini
Rætturin til kunning í grein 23-25:
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Rætturin til innlit (grein 26):
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
Rætturin til rætting (grein 27):
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálva/n rættaðar.
Rætturin til striking (grein 28):
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálva/n strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu vera aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál, sum áseta, at Glasir framhaldandi skal varðveita og viðgera tínar persónsupplýsingar.