
Stavnhald
Stavnhaldið á Glasi lýsir, hvat vit gera, hvat vit vilja og hvussu vit eru. Stavnhaldið er vorðið til í einari tilgongd við luttøku frá starvsfólkunum á Glasi.
ENDAMÁL
Á Glasi útbúgva og búgva vit tann einstaka fakliga og menniskjaliga. Vit kveikja áhuga og forvitni fyri menning og læring. Hetta er okkara avgerandi leiklutur í samfelagnum.
HUGSJÓN
Sum fjølbroyttur útbúgvingardepil vilja vit gera mun og stremba áhaldandi eftir, at okkara útbúgvingar eru dygdargóðar. Í góðum felagsskapi mennast næmingar og lærlingar til framskygd, skapandi og virkin menniskju, sum drívmegi í einum burðardyggum samfelagi.
VIRÐISGRUNDARLAG
Virðisgrundarlagið eru fimm hugtøk, ið starvsfólk á Glasi eru komin til. Hesi eru: At vísa virðing – At taka ábyrgd – At røkja góða felagsskapin – At skapa trivnað – At vit eru fakliga stolt
At vísa virðing er m.a. at:
- øll verða sædd, hoyrd og vird
- hava virðiligt samskifti
- virða sett mørk
- virða reglur og avgerðir
- virða og halda avtalur
- fara væl um okkara skúla og karmar
At taka ábyrgd er m.a. at:
- øll taka ábyrgd av okkara týðandi leikluti í samfelagnum
- taka ábyrgd av góða felagsskapinum, samstarvinum og trivnaðinum
- røkja góða skúlan
At røkja góða felagsskapin er m.a. at:
- vera inkluderandi og vinarlig
- virða ymiskleikan hjá hvørjum øðrum
- vitanardeila og vera gjøgnumskygd
- stuðla undir dygdargóðari læring
- hava tað stuttligt saman
At skapa trivnað er m.a. at:
- fyribyrgja happing og niðran
- hava eitt trygt umhvørvi
- øll vera rættvíst viðfarin
- betra áhaldandi um karmar og kor
- trivnaður er ein felags ábyrgd
Fakligur stoltleiki er m.a. at:
- veita dygdargóða tænastu
- fakliga støðið er høgt á øllum økjum og verður hildið og dagført
- miðlingin í undirvísingini er kveikjandi við støði í næmingum og lærlingum
- samstarva um fak og útbúgvingar
(Tórshavn 9. august 2024)